Fyrispurningar
Nevndin Lóg og reglur Samband OSS Slóðir
Forsíða
Tíðindasavn
Tíðindabræv
Javnstøða úr fuglaperspektivi
Tey ótraditionellu
Evni
Hagtøl
Kvinnur og politikkur
Frálæra
Familju/arbeiðslív
Foreldramyndugleiki
Brøv
Spurnakanningar
Mainstreaming
Sjónarmið
Bókmentir
Avgerðir
Ársfrágreiðingar

Spurningar og svar
Yvirskrift
Spurningur
 
 
 
Er tað ikki diskriminatión ?.Er tað ikki diskriminatión ?
Spurningur:
Nú allar nevndir skulu mannast av monnum og kvinnum, so fáa kvinnur í summum førum serrættindi, kann tað so ikki blíva til diskriminatión móti skynsemi, har menn eru betur egnaðir ? Er tað rætt ?
Svar:
Tað veldst um, hvørjum perspektivi ein velur at síggja tað úr (sí eisini sp. ”Kvotur á ting” 10..2006). Sjálvandi er ein vansi, at í summum førum kann ein persónur m/k (tað kann jú galda báðar vegir) verða frávald/ur vegna sítt kyn, sjálvt um viðkomandi er væl egnað/ur, enntá betur egnað/ur enn ein, sum verður tilvald/ur vegna sítt kyn. Men tann vansin Hugsanin aftanfyri kvoteringina er, at tað – í eina tíð – kann vera gagnligt at fremja órættvísi fyri nettupp at fremja rættvísi í longdini. Hugsanin er nevniliga ikki, at kvoteringin skal vara í allar ævir, men í eina skiftistíð (óvist hvusssu leingi), inntil hugburðurin at velja bæði kyn er innarbeiddur sum eitt natúrligt lið í hugsunarháttin. Skoytt kundi verið uppí her, at tað ikki er vist, at vansin er so øgiliga stórur. Kvinnur og menn eru á leið líka væl útbúgvin, so í flestu førum ber til at finna skikkað fólk av báðum kynum. Og í teimum førum, har tað ikki ber til, kann undantaksloyvi verða givið, sí javnstøðulógina §8, stk. 2.


10-09-2006
 
Kvotur á ting.Kvotur á ting
Spurningur:
Vildi tað ikki verið diskriminatión og brot á demokrati, um avgjørt bleiv frammanundan, hvussu býtið millum kynini skuldi verið á Løgtingi, soleiðis at sjálvt um nr 1,2,3,4 var ein maður, so skuldi nr 5 veljast á ting, bara tí hon var kvinna ?
Svar:
Strangt tikið: jú. Hinvegin veldst um, hvørjum perspektivi tað verður sæð úr. Út frá einum strongum rættvísisperspektivi hevði tað ikki verið rætt at innført positiva diskriminatión, kvotur o.t. Hinvegin eru hugtøkini longu sum er innbygd í verandi valskipan. Hon tryggjar, at øll geografisk øki verða umboðað. Tað merkir, at eitt valevni úr valdømi x kann sleppa á ting, bara tí tað stillar upp og fekk flestar atkvøður í avvarðandi valdømi, meðan eitt valevni úr valdømi y ikki sleppur á ting, sjálvt um tað hevur fingið munandi fleiri atkvøður enn valevnið úr valdømi x. So verandi valskipan er ikki meira demokratisk enn so. Skuldi demokratiið verið ført 100% út í lívið, hevði tað merkt eittans valdømi. Tað hevði verið rættvísari út frá einum matematiskum perspektivi – men ikki út frá einum geografiskum. Innbygda ”órættvísið” í valskipanini byggir sostatt á eitt politiskt ynski um at tryggja ”rættvísi”. Men hvat ”rættvísi” er, kann síggjast frá fleiri síðum – og her er tað upp til politiska valdið at gera av, hvørjr samfelagsbólkar – um nakar - hava serligan tørv á trygd fyri ”rættvísi”.
10-09-2006
 
Kvinnur á ting.Kvinnur á ting
Nú tosað verður um, at tingmenn skulu siga sessin frá sær, so at kvinnur kunnu koma á ting sum varafólk, fari eg at spyrja, um hetta ikki er at seta tann demokratiska rættin hjá fólki at velja tann inn á ting sum hvør einstaki heldur vera best egnaður?
Eg havi til dømis valt ein mann seinasta val, og eg var eisini so heppin at fáa hann innum tinggátt, og eg vil hava hann og ongan annan at umboða meg har inni, so eg vil ávara um at seta fólksini vilja til viks bara fyri at fáa kvinnur framat.
Jú, strangliga sæð kann hetta síggjast sum, at demokratiið verður sett eitt sindur til viks. Men (kvinnuligu) varaumboðini, talan er um her, hava hóast alt eisini fingið atkvøður frá fólki, ið ynskja tær at umboða seg. Samstundis snýr hetta seg um eitt stutt tíðarskeið – nakrar fáar vikur av fýra árum.
Tað er heldur ikki óvanligt, at tinglimir fáa forfall og loyva øðrum framat eina tíð. Sostatt fáa veljarar hansara/hennara kortini undir ongum umstøðum sín yndiskandidat at umboða seg alt løgtingsskeiðið.
Haraftrat er talan um frívilligheit. Velur (mannligi) løgtingslimurin at fylgja uppskotinum um at taka seg aftur í eina tíð, so er tað hansara avgerð. Veljarin má til eina og hvørja tíð liva við, at hansara/hennara umboð er vald/ur at taka avgerðir, eisini tá tær ikki hóva veljaranum.
Hugtakið demokrati inniber so nógv; tøl og prosent eru bara ein partur av tí. Men tað snýr seg eisini um at tryggja øllum borgarum og bólkum somu møguleikar. Ein vegur at røkka hesum máli er at seta nøkur mál til viks í roynd at røkka øðrum málum – í eina tíð, væl at merkja. Sí t.d. spurning “Kvotur á ting” 10.9.2006 á hesi heimasíðu.

 
Positiv diskrimination í EU høpi.Positiv diskrimination í EU høpi
Spurningur:
Í EU høpi hevur ECJ avgjørt, at positiv diskriminatión í høvuðsheitinum er ólóglig. Tað er bara loyvt at diskriminera positivt og taka eina kvinnu fram um ein mannligan umsøkjara, um bæði er 100% líka kvalifiserað. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum skulu fara ímóti øllum EU londunum.
Svar:
Føroyar ganga ikki øvugta vegin sum EU her. Positiv diskriminatión er nettupp bara loyvd, tá bæði eru kvalifiserað. Hugsanin er ikki, at kvalifikatiónirnar skulu líða undir positivu diskriminatiónini. Kvalifikatiónirnar telja fyrst og fremst av øllum og koma sostatt fram um kynið. Taka vit eina almenna nevnd sum dømi, so skal hon vera mannað við kvalifiseraðum fólki, uml. javnt býtt kynsliga. Um hetta ikki ber til, t.d. tí tað er ómøguligt at finna eitt kvalifiserað fólk av hesum ella hasum kyninum, so kunnu frávik gerast, sí javnstøðulógina §8, stk. 2, her á heimasíðuni. Tað er altso ikki soleiðis, at t.d. ein kvinna verður sett, bara tí hon er kvinna. Hevur hon ikki kvalifikatiónirnar, kemur hon ikki upp á tal. Sama er galdandi fyri menn.
 
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media